Tórshavnar kommuna
Umsóknarfreist
mánadagur 22. juni 2026
Arbeiðstíð
30-40 tímar um vikuna
Setanarslag
Fast starv
Arbeiðsstaður
Argir
Spurningar til starvið
Sóley Samuelsen
Dagstovnaleiðari
214357
soleys@torshavn.fo Søk starvið

Starvsfólk til Dagstovnin á Hamrinum

Kanska heimsins besta starv.

Vit leita eftir tær, sum vilt hava ein stuttligan arbeiðsdag. Vit eru 20 starvsfólk, ið gleða okkum at arbeiða saman við tær.

Okkara arbeiði snýr seg um eina rúgvu av fittum børnum á 10 stovum.

Í einum hjartaligum samstarvi gera vit alt fyri at teirra gerandisdagar skulu vera so góðir og gevandi sum tilber.

Vit eru ein dagstovnur, sum liggur sera væl fyri. Vit hava bæði náttúruna og býin beint uttan fyri dyrnar. Og hetta litar okkara gerandisdag, tí vit við hesum kringumstøðum kunnu gera dagarnar hjá børnunum ríkar og fjølbroyttar.

Stovnurin er júst tvífaldaður í stødd, og tí hava vit tørv á 8 nýggjum starvsfeløgum, námsfrøðingum og hjálparfólki.


Størvini eru:

Átta størv sum námsfrøðingur og hjálparfólk til Spírarnar (tey 6 ára gomlu), barnagarð og vøggustovu, størvini eru millum 30 og 40 tímar um vikuna.


Setanarviðurskifti

Løn sambært sáttmála millum Føroya Pedagogfelag og Kommunala Arbeiðsgevarafelagið.

Sambært §2 í barnaváttanarlógini hevur tórshavnar kommuna skyldu til at fáa barnaváttan til vega, áðrenn umsøkjari verður settur í starv.


Samband

Vilt tú vita meira, kanst tú ringja til Sóley Samuelsen, leiðara, á telefon 21 43 57.


Umsókn

Ert tú námsfrøðingur ella hevur tú hug at arbeiða sum hjálparfólk, og hevur tú hug til stuttligar arbeiðsdagar, so ræður um at søkja við at trýsta á grøna knøttin »Søk starvið« í vinstra bredda.

Umsóknarfreistin er 22. juni 2026.