Tórshavnar kommuna
Umsóknarfreist
hósdagur 1. juni 2023
Arbeiðstíð
30-35 tímar um vikuna
Setanarslag
Fast starv
Arbeiðsstaður
Hoyvík
Spurningar til starvið
Una Jacobsen
Dagstovnaleiðari
217318
unaj@torshavn.fo Søk starvið
Lurta

Námsfrøðingar til Dagstovnin í Hoyvík

Tórshavnar kommuna sóknast vegna Dagstovnin í Hoyvík eftir námsfrøðingum.

Um námsfrøðingar ikki søkja, verða hjálparfólk sett.


Starvið

Vit leita eftir tveimum námsfrøðingum, ið hava hug at starvast í barnagarði / skúlabólkastovu. Vit arbeiða eftir námsætlan, ið leggur serligan dent á, at børn og starvsfólk trívast, hava góðar, stuttligar og læruríkar dagar. Brennir tú fyri hesum, hava vit rætta starvið til tín.

Tú fert at arbeiða í einari stovu við tveimum / trimum øðrum starvsfólkum, men fert eisini at hava tætt samstarv við aðrar stovur og hini starvsfólkini á stovninum.


Vit vænta, at:

  • tú hevur hug og evni at menna námsfrøðiliga arbeiðið á stovninum
  • tú hevur góð samstarvs- og samskiftisevni og megnar at virka fyri góðum samstarvi við foreldur, børn og starvsfelagar
  • tú ert ágrýtin og hevur hug og evni til at skapa ein fjølbroyttan, mennandi og tryggan gerandisdag fyri einstaka barnið
  • at tú megnar at arbeiða sjálvstøðugt og tekur ábyrgd og avgerðir, samstundis sum tú megnar at varðveita yvirlitið, tá á stendur


Setanarviðurskifti

Størvini verða sett sambært sáttmála millum Føroya Pedagogfelag og Kommunala Arbeiðsgevarafelagið.

Talan er um fastlønt størv við starvsbyrjan 7. august 2023. Arbeiðstíðin er 30-35 tímar um vikuna. Tú verður sett/-ur í starv í barnagarðinum / skúlabólkastovu.

Sambært §2 í barnaváttanarlógini hevur Tórshavnar kommuna skildu til at fáa barnaváttan til vega, áðrenn umsøkjari verður settur í starv.


Meira fæst at vita

Hevur tú spurningar til størvini, kanst tú venda tær til stovnsleiðaran Unu Jacobsen, telefon 21 73 18 og teldupost unaj@torshavn.fo


Umsókn

Tú søkir starvið við at trýsta á grøna knøttin »Søk starvið« í vinstra bredda og send okkum tína umsókn saman við upplýsingum um útbúgving, viðmæli og royndir.

Umsóknarfreistin er 1. juni 2023.