Námsfrøðingar til barnsburðarfarloyvi til vøggustovuna í Miðstovninum
Vilt tú vera við til at mynda vælumtókta miðbýarstovnin? So hevur tú møguleikan nú, tí í vøggustovuni í Miðstovninum leita vit beint nú eftir námsfrøðingum til tvey í barnsburðarfarloyvi at byrja 1. august 2023 og 1. september 2023 ella eftir nærri avtalu.
Starvsøki
Miðstovnurin hevur vøggustovu í gamla Realskúlanum og barnagarðsvirksemi heldur til í stóra gula bygninginum beint omanfyri Grasagarð.
Í løtuni ganga um 29 vøggustovubørn og um 60 barnagarðsbørn.
Miðstovnurin er ein stovnur, ið er deildur í verkstovur, og tað vil siga, at starvsfólk eru sett at taka sær av hvør sínum øki, ið børnini kunna ferðast frítt ímillum eftir áhuga.
Vit hava eina barnaáskoðan, ið ber í sær, at vit møta einstaka barninum, har sum barnið er. Fyri okkum hevur barndómurin eitt virði í sjálvum sær, og alt, sum barnið hevur við í felagsskapin, hevur somuleiðis týdning. Umsorgan, spæl/læra, tryggleiki og felagsskapur eru grundarsteinarnir, vit byggja okkara stovnsvirksemið á.
Á Miðstovninum leggja vit dent á at geva børnunum umsorgan og nærveru so tey kenna seg trygg, tí tryggleikin er ein treyt fyri menning. Vit leggja stóran dent á relatiónsarbeiði, tí menningin hjá børnum fer fram í sambandinum, við vaksin og við onnur børn.
Vit ynskja at menna sosial, sjálvstøðug, ábyrgdarfull, skapandi og lívsglað børn. Børn sum kunnu luttaka í sosialum felagsskapum og meistra lívið í einari fjøltáttaðari og umskiftiligari verð.
Tit kunna lesa meiri um okkara virksemi á síðuni:
Miðstovnurin - Tórshavnar kommuna (torshavn.fo)
Miðstovnurin (@midstovnurin) • Instagram-billeder og -videoer
Tí skalt tú velja okkum
Vit kunnu bjóða tær eitt sera spennandi starv, har tú kemur at hava ávirkan á títt arbeiðslív. Við fyrireikingar og eftirmetingar tíð, kanst tú leggja títt námsfrøðiliga arbeiði væl til rættis soleiðis, at tað er bæði børnum og tær til gagns.
Tú skal velja Miðstovnin, tí her fært tú roynt nakað øðrvísi og fært møguleika til at hugsavna teg í tínum námsfrøðiliga áhugamálum, og samstundis eru vit opin fyri nýhugsan og at víðka um verkstovurnar eftir áhuga og førleika.
Tú kemur at arbeiða í einum toymi av dugnaligum, fakliga sterkum, stuttligum og nærløgdum starvsfelagum ið brenna fyri námsfrøðiliga arbeiðinum. Og so sleppur tú at arbeiða mitt í býnum har alskyns møguleikar eru fyri forvitnisligum útferðum.
Tú kemur at vera við til at skipa og skapa okkara stovn við vøggustovu og barnagarð í hvør sínari lon.
Um teg
Vit vænta, at tú:
- tímir at arbeiða í vøggustovu
- ert nærverandi og góð/-ur til at skapa góðar og mennandi relatiónir
- hevur eina barnaáskoðan, sum samsvarar við virðisgrundarlagið hjá Miðstovninum
- at tú hevur góð samstarvs- og samskiftis evnir og megnar at virka fyri góðum samstarvi millum foreldur, børn og starvsfelagar
- at tú hevur hug og evni at menna námsfrøðiliga arbeiðið á stovninum
- megnar at arbeiða sjálvstøðugt og í toymi
- at tú hevur áhuga fyri at arbeiða í verkstovum og at vera við til at skapa eitt livandi umhvørvi har barnsins hugflog og skapanarevnir mennast og fáa loyvi at liva og stimbrast
- tekur ábyrgd og megnar at varðveita yvirlitið, tá ið á stendur
- róligt, umsorganarfult
Talan er um:
- Námsfrøðiligt starv í vøggustovuni á 30 til 40 tímar um vikuna at byrja 1. august 2023 og 1. september 2023 ella eftir nærri avtalu. Um so er, at ongin námsfrøðingur søkir, kann hjálparfólk vera sett í staðin
- Eisini verður søkt eftir tímaløntum avloysara til bæði vøggustovu og barnagarðin
Setanarviðurskifti
Størvini verða sett sambært sáttmála millum Føroya Pedagogfelag og Kommunala Arbeiðsgevarafelagið.
Sambært § 2 í barnaváttanarlógini hevur Tórshavnar Kommuna skyldu til at fáa barnaváttan til vega, áðrenn umsøkjari verður settur í starv.
Vilt tú vita meira?
Hevur tú spurningar til størvini, greiða vit tær fegin nærri frá og tú ert altíð vælkomin á stovnin til ein »rundtúr«, har tú kann fáa ein meiri greiðari fatan av, hvussu vit skipa okkara arbeiðið, námsfrøðiliga leist og síggja okkara frálíku hølisumstøður.
Vend tær til Elsu Henrysdóttir av Reyni, stovnsleiðara, á telefon 26 39 14.
Umsókn
Tú søkir starvið við at trýsta á grøna knøttin »Søk starvið« í vinstra bredda og senda okkum tína umsókn saman við lívsrensli, avriti av prógvum og viðkomandi tilfari.
Umsóknarfreistin er fríggjadagin 30. juni 2023.