Endurlýsing – visitator til eldraøkið
Heilsuhúsið søkir eftir einum dugnaligum og engasjeraðum fysio- ella ergoterapeuti til starvið sum visitator á eldraøkinum. Sum visitator fært tú ein spennandi gerandisdag við fjølbroyttum arbeiðsuppgávum og møguleika fyri at menna teg.
Starvið er uppá fulla tíð, brøk 1,0 ella eftir avtalu. Starvið er tøkt til setan 1. mai 2026, ella skjótast til ber.
Visitatiónin
Visitatiónin innan eldraøkið arbeiðir við visitatión og játtan av teimum tænastum, sum Tórshavnar Kommuna veitir eldri borgarum, sum búgva heima, t.d. visitatión til røktarheims- og umlættingarpláss, heimarøkt, rehabilitering, venjingartilboð og dagtilhald. Í løtuni eru 3 visitatorar og í tráð við demografisku menningina í samfelagnum økist tørvurin á visitatiónum, og tí er avgjørt at seta ein visitator afturat.
Tú kemur at hava eitt tætt samstarv við tínar starvsfelagar í mun til visitatión av teimum tilboðum, kommunan bjóðar til eldru borgarnar. Harafturat verður tætt samstarv við hinar deildirnar í Heilsuhúsinum. Tí er tað umráðandi, at tú trívist við samstarvi bæði við eldru borgarnar og teirra avvarðandi og við tínar tvørfakligu samstarvsfelagar.
Á eldraøkinum arbeiða vit eftir eldrapolitikkinum hjá Tórshavnar Kommunu »Virkin og vakin – alt lívið«. Ein rehabiliterandi hugburður skal stuðla borgaranum í at vera í egnum heimi longst møguligt. Vit arbeiða áhaldandi við at menna okkara arbeiðsgongdir, og tú fært góðan møguleika fyri ávirkan soleiðis, at borgarin fær bestu fyritreytir fyri einari góðari lívsgóðsku og einum góðum gerandisdegi.
Starvið
Starvið sum visitator er bæði heilsufakligt og fyrisitingarligt. Sum visitator verður tú partur av einum toymi, sum tekur hond um visitering eftir galdandi reglum:
- Visitera og játta tænasturnar hjá kommununi eftir galdandi lógum og samtyktum
- Tryggja eina einstáttaða og professionella málsviðgerð
- Tryggja rættartrygdina hjá borgaranum
- Viðvirka til og taka ábyrgd fyri egnari fakligari menning
- Virka samskipandi í meira torgreiddum málum
- Innheinta viðkomandi heilsu- og læknafakligar upplýsingar
- Hava samrøður við borgara og evt. avvarðandi í mun til visitatión til kommunalar tænastur
- Uppfylging og endurmeting (revisitatión) av borgarum
Uppgávurnar verða loystar í tøttum samstarvi við aðrar viðkomandi deildir í Heilsuhúsinum, m.a. terapeuttoymið, heimatænastu, heimasjúkrarøkt, Heilræði, Urd og dagtilboð og við uttanhýsis samstarvseindir, t.d Almannaverkið og Sjúkrahúsverkið.
Førleikakrøv
- Útbúgving og løggilding sum ergoterapeutur ella fysioterapeutur
Tað kann vera ein fyrimunur, um tú:
- Hevur starvsroyndir sum visitator
- Hevur royndir ella áhuga fyri fyrisitingarliga partinum av arbeiðinum
- Hevur starvsroyndir innan eldraøkið
- Evnar at samstarva breitt
- Er støðugur, álítandi, góðskuhugaður
- Trívist í einum til tíðir hektiskum arbeiðsdegi við truplum og torgreiddum støðum
- Arbeiðir sjálvstøðugt og ábyrgdarfult
Vit bjóða
- Góðar, jaligar starvsfelagar við hollum royndum innan arbeiðsøkið
- Innleiðslu til starvið, Heilsuhúsið og Heilsu- og umsorganartænastuna
- Eitt avbjóðandi starv við góðum møguleikum fyri ávirkan á egnar uppgávur
- Góðar møguleikar at menna teg
- Samstarv uppá tvørs av kommunum og geirum
- Eitt spennandi arbeiðsstað í menning
Løn- og setanartreytir
Talan er um eitt fast starv sum visitator við brøki 1,0 ella eftir avtalu. Arbeiðstíðin er yrkadagar í dagvakt.
Starvið verður lønt sambært sáttmála millum KAF og avvarðandi fakfelag og er leyst til setan frá 1. mai 2026.
Visitator vísir til deildarleiðaran.
Meira fæst at vita
Meira fæst at vita um starvið við at venda sær til Maja J. Warberg, deildarleiðara, telefon 30 20 00 ella maja@torshavn.fo.
Umsókn
Umsókn saman við upplýsing um útbúgving og royndir skal sendast til Tórshavnar Kommunu. Tú søkir starvið við at trýsta á »Grøna knøttin«.
Umsóknarfreistin er 6. apríl 2026.
