Húsavørður til Bygningsrakstur
Tórshavnar kommuna søkir eftir einum húsavørði til Bygningsrakstur at byrja 4. mai 2026 ella eftir nærri avtalu.
Tú verður partur av toyminum í miðøkinum við dugnaligum húsavørðum, har vit leggja dent á fakligan kunnleika, virðing fyri hvørjum øðrum og gott samstarv.
Tú fært ábyrgd av húsavarðauppgávum á fleiri bygningum, har tú partvíst sjálv/-ur leggur arbeiðini til rættis og hjálpir annars til á øðrum bygningum eftir tørvi.
Í miðøkinum starvast ein formaður og 10 húsavørðar.
Tú skalt tola broytingar í mun til bygningar og økir.
Arbeiðsuppgávurnar fevna m.a. um:
- At hava umsjón og røkja bygningarnar og økini uttanum
- Rakstar- og viðlíkahaldsuppgávur sambært viðlíkahaldsskipanini innan m.a. el, vatn, hita, ventilatión, brunaviðurskifti og trygdarútbúnað
- Aðrar tænastuuppgávur
- Smærri umvælingar
Førleikakrøv
- Ynskiligt er at tú hevur útbúgving (so sum húsavørður, smiðjur, snikkari, elektrikari o.s.v.), ella hollar arbeiðsroyndir innan handverk
- Førleikar innan tekniskar skipanir kunnu verða ein fyrimunur
- Skalt megna at arbeiða sjálvstøðugt og í toymi
- Hevur góðan telduførleika
- Dugur at skriva og orða teg á føroyskum
- Hevur koyrikort til persónbil
Vit vænta, at tú:
- brennur fyri umsjón og góðum røkiskapi
- ert framfýsin og fyrikomandi
- hevur eyga fyri smálutum
- dugur at arbeiða skipað
- ert tænastusinnað/ur og hevur góð samstarvsevnir
- hevur lætt við at samskifta við børn, ung, vaksin og eldri
Vit bjóða tær m.a.:
- Eitt fast starv, har tú partvíst sjálv/-ur leggur arbeiðini til rættis
- Fjølbroyttar og avbjóðandi arbeiðsuppgávur
- Sosial og trivnaðar tiltøk
- Fleksiblar arbeiðstreytir
Setanarviðurskifti
Húsavørðurin vísir til formannin í miðøkinum. Starvið er fulltíðarstarv og verður sett sambært sáttmála millum Kommunala Arbeiðsgevarafelagið og Føroya Handverkarafelag / Landsfelag Handverkaranna ella Starvsfelagið.
Sambært §2 í barnaváttanarlógini hevur Tórshavnar kommuna skyldu til at fáa barnaváttan til vega, áðrenn umsøkjari verður settur í starv.
Samband
Um tú vilt vita meira um starvið, ert tú vælkomin at venda tær til Rúna Patursson, leiðara, á telefon 22 34 59 / runip@torshavn.fo ella Gisla Sveinbjørnsson, formann, á telefon 72 90 01 / gislis@torshavn.fo
Umsókn
Umsókn saman við møguligum prógvum, viðmælum og starvsroyndum skulu sendast til Tórshavnar kommunu í seinasta lagi 29. mars 2026.
Tú søkir starvið við at trýsta á grøna knøttin »Søk starvið«.
-----------------------------------
Um Bygningsrakstur
Bygningsrakstur tekur sær av dagligum viðlíkahaldi og røkt av bygningum, sum Tórshavnar kommuna eigur. Talan er um uml. 180 bygningar, sum m.a. fevna um dagstovnar, skúlar, ellis- og røktarheim, skrivstovur v.m.
Bygningsrakstur er skipaður sum stovnur undir Bygningsdeildini hjá Tórshavnar kommunu og hevur umleið 40 starvsfólk. Bygningsrakstur er skipaður í trý landafrøðilig økir við hvør sínum formanni.
